Sjáldan hevur ein vinnari av bókmentum skapt eins nógv kjak um allan heim, sum tá tað gjørdist greitt í gjár, at Nobel-nevndin hevur latið Nobel virðislønina í bókmentum til Bob Dylan.
Nevndin valdi at lata Bob Dylan virðislønina fyri at hava skapt nýggja poesi innan amerikonsku sangmentananina.
Men hóast tað nú er eitt døgn síðan, at nevndin kunngjørdi vinnaran, so er høvuðsmaðurin enn kúrrur.
Tað hevur nevniliga ikki eydnast Nobel-nevndini at fingið fatur á Bob Dylan enn.
- Vit fingu fatur á hansara umboðsmanni, men Bob Dylan fekk sær ein lúr, áðrenn hann skuldi á pallin, so enn hava vit ikki tosað við hann, sigur Ulrika Kjellin, talskvinnan hjá nevndini, ið upplýsir at nevndin hevur roynt at fingið fatur á sangaranum fleiri ferðir.
Bob Dylan framførdi í gjár í Las Vegas, men nevndi ikki nýggja virðislønina við einum orði undir konsertini.