Heilsuverk
Vit eru ómetaliga glað fyri, at uppskot nú er lagt fyri tingið um atútvega Landssjúkrahúsinum nýggjar sengur.
Ása Poulsen, yvirsjúkrasystir á medisinsku deild, ynskir uppskotinum frá Kristian Magnussen vælkomnum.
Hann hevur skotið upp at Løgtingið skal játta Landsjúkrahúsinum 4 milliónir til at keypa nýuggjar sengur fyri. Sí aðrastaðni í blaðnum.
Hetta er nakað, vit hava bíðað eftir í fleiri ár, sigur hon.
Hon sigur, tað mesta av sengrunum á Landssjúkrahúsinum er avgamlar.
Tað eru eini 15-20 ár síðani at sengur seinast vóru keyptar til Landssjúkrahúsið. Annars eru sengurnar 30 og enntá eru summar yvur 40 ára gamlar, sigur hon, so tær trongja harðliga til at verða skiftar út
Tær eru uppslitnar. Tær hava bremsur sum ikki virka og hjól, sum læsa seg. Tað er ótolandi bæði hjá starvsfólki og sjúklingum.
Nógvar av sengrunum eru so gamlar, at tað fáast ikki eykalutir til tær longri.
Tað mátti verkstaðið á Landssjúkrahúsinum sanna herfyri, tá ið teir ætlaðu at bíleggja nýggj hjól til onkrar sengur, har hjólini vóru gingin fyri.
Tá fekk verkstaðið at vita, at sengurnar vóru so gamlar, at tær vóru langt síðani settar úr framleiðslu og at tað ikki fáast eykalutir til tær longur.
Hon sigur, at hesi seinastu árini eru sjúkrahússengur ómetaliga nógv mentar, tí nú er alt elektriskt fyri at lætta um hjá starvsfólki, so at tey ikki noyðast at lyfta so nógv og so at tað er nógv lættari hjá sjúklingum at sleppa í og úr songini.
Umframt sengurnar, eru eisini bæði náttborð og koyristólar í so ringum standi, at tað skuldi langt síðani verðið skift, sigur Ása Poulsen.
So vit dylja ikki fyri, at vit eru ómetaliga spent uppá, hvørja lagnu uppskotið fær, sigur hon.










