Í oddagreinini á Skúlablaðnum, fegnast formaðurin í Lærarafelagnum um, at fleiri serútbúnir lærarar við vegleiðara útbúgving eru at finna í lærarahópinum. Tó heldur harmast hann ta margháttligu støðuna, at serútbúnu lærararnir ikki fáa stundir at brúka sína útbúgving á fullgóðan hátt.
- Í allarstørstu skúlunum er vegleiðarauppgávan um 20 prosent av árligu arbeiðstíðini hjá einum lærara, men rokna vit í miðal fyri allar skúlar, so eru vit niðri á sløkum 7 prosentum av arbeiðstíðini hjá einum lærara, skrivar Herálvur Jacobsen.
Hann vísir á, at Lærarafelagið árliga fundast við umboð fyri serútbúnar lærarar, har ljós verður varpað á tvístøðuna, at tey ikki hava nóg góðar stundir at gera arbeiðið eins væl, sum tey kundu hugsað sær.
- Vegleiðararnir hava nomið sær holla útbúgving, og tey eru altrá eftir at sleppa til verka. Tað er ein átrokandi uppgáva at eftirmeta verandi skipanir og av álvara at seta spurningin, um vit gagnnýta teir læraraførleikar, sum eru í fólkaskúlanum, til lítar, skrivar formaðurin í Lærarafelagnum.