Trupulleikin við drekkivatninum á Velbastaðvegnum og á Argjum stendur við, og hjá vatnmeistaranum standa tey á berum.
Tað er framvegis ikki eydnast at finna kelduna til dálkingina, sum nú í gott tríggjar vikur hevur havt við sær, at fólk í økinum mugu kóka drekkivatnið.
Tá trupulleikin upprunaliga tók seg fram, vórðu kanningar gjørdar av vatninum, sum var í brunnunum og sum rann í brunnarnar. Kanningarnar vístu, at vatnið, sum rann í brunnarnar, var reint, men at vatnið í brunnunum var dálkað. Hildið varð tí, at skitið vatn møguliga setti inn í brunnarnar aðrastaðni frá.
At síggja til hevur dálkingarkeldan flutt seg, tí tá vatnið í brunnunum seinni gjørdist reint, var tað framvegis dálkað longur niðri í skipanini. Dálkingin hevur flutt seg so mikið nógv, at tað økið, ið er umfatað av kókitilmælinum, er munandi tódnað. Kortini er trupulleikin framvegis galdandi fyri heimasta part av Velbastaðvegnum og býlingarnir á Argjum út móti sjónum.
Upprunaliga var ætlanin at leiða vatnið úr vatnbrunnunum í Villingardali út í ávirkaða økið, um trupulleikin helt við. Hetta varð kortini ikki gjørt, tí tað hevði ikki gjørt nakran bata, sigur vatnmeistarin. Vatnið er longu reint, tá tað kemur til økið, og tískil er líkamikið, um vatnið kemur úr Havnadali ella Villingardali.
Um spurningin, hvør loysn skal nú takast í brúk og hvat næsta stigið er, sigur vatnmeistarin, at tað veit hann ikki rættiliga, men at ætlanirnar eru at halda fram við at tøma úr rørunum og at taka vatnroyndir frá einum størri øki enn áður.
##med2##