Tað kemur meiri enn so fyri, at fólk keypa bensin ella diesel, men fara avstað aftur, uttan at rinda.
Tað staðfestir Handilsvinnufelagið, og nettupp tí heldur felagið, at oljufeløgini, Effo og Magn, eiga at fáa atgongd til akfarsskránna hjá Akstovuni. Tí fáa tey atgongd til akfarsskránna, kunnu tey bara tøppa nummarplátuna inn, og so síggja tey alt fyri eitt, hvør eigur ein bil, har eigarin hevur keypt bensin ella diesel, men sum er koyrdur undan rokningini.
Í hesum døgum hevur Løgtingið tikið ferðslulógina til viðgerar, og í hesum sambandi hava oljufeløgini, sum eru í Handilsfelagnum, víst á, at tað kemur meiri enn so fyri, at fólk keypa bensin ella diesel, men koyra so avstað aftur uttan at rinda.
Tað er oftast av misgávum, ásanna tey, men tey halda, at tað er alt ov tvørligt at fáa fatur á hesum bilførarunum.
Sum støðan er nú, noyðast tey at ringja til løgregluna at fáa at vita, hvør eigur bilarnar.
– Men løgreglan hevur illa tíð at hjálpa til við slíkum og ei heldur er tað altíð møguligt at fáa upplýsingarnar til vega, sigur Handilsvinnufelagið frá oljufeløgunum.
Oljufeløgini vísa á, at bæði undirsjóvartunlarnar og flogvøllurin í Vágum, hava atgongd til akfarsskránna, so at tey fáa sent rokningar fyri bummgjald og gjaldsparkering. Tey vísa eisini á, at bankarnir hava atgongd til skránna, og tey halda, at upplýsingarnar eru minst líka tryggir í teirra hondum sum teir eru hjá onkrum øðrum.
Tí halda oljufeløgini, at tað er ikki meiri enn rætt og rímiligt, at eisini tey fáa atgongd til akfarsskránna fyri at tey skjótari kunnu fáa fatur á bilførarum, sum ikki rinda fyri bensin og diesel. Tey staðfesta samstundis, at tey eru sinnað at lúka øll krøv frá Dátueftirlitinum í hesum sambandi.
Men Henrik Old, landsstýrismaður á økinum, staðfestir, at Effo og Magn sleppa ikki framat akfarsskránni. Hann vísir á, at tað hevði verið ein rættiliga grundleggjandi avgerð at tikið at givið Effo og Magn atgongd til akfarsskránna.
Og hann heldur somuleiðis, at tað er ongin orsøk til tað, tí er ein bilførarin farin undan rokningini, kunnu oljufeløgini fáa at vita frá løgregluni, hvør eigarin er. Løgreglan svarar altíð telefonini, ella tey kunnu ringja til Akstovuna dagin eftir.
– Tað er nokk rættiliga nógv, sum hava keypt bensin ella diesel, og hava gloymt at gjalda fyri tað. Men samfelagið er so lítið, at tað er skjótt at finna fólk aftur, segði hann í Løgtinginum, tá ið málið varð umrøtt.
Men málið er ikki liðugt viðgjørt enn, so nú verða tað meirilutin í Løgtinginum, sum ger av, um Effo og Magn skulu fáa atgongd til akfarsskránna ella ikki.