Fáa helvtina minni burturúr

Føroyingar, sum sigla við norskum fiskiskipum, forvinna nógv minni nú enn í fjør Teir umleið 300 føroyingarnir, sum sigla við norskum fiskiskipum, fáa helvtina minni burturúr nú, enn teir fingu í fjør. Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Orsøkin er, at fiskaprísirnir eru lækkaðir munandi, og samstundis er norska krónan lækkað nógv.

Teir flestu føroyingarnir, sum eru við norskum fiskiskipum, búgva í Føroyum, og tí kemur ætlanin hjá landsstýrinum, at taka frádráttin hjá fiskimonnum av, sera illa við.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, hevur fyrr sagt, at flotin verður lagdur, um frádrátturin hjá fiskimonnunum verður tikin av.

Kelda: Kringvarp Føroya