Fáa helst ergoterapi aftur

Um alt gongur væl, fáa børn við sjúku ella breki skjótt møguleikan aftur at fáa ergoterapi Tá ið fyrrverandi landsstýrismaður í Helusmálum, Aksel V. Johannesen herfyri boðaði frá, at tað almenna fór at veita ergoterapitilboð til sjúk born og børn við varndi breki, snaraðim Sp/ Ergo lyklin um. Ein privat viðgerðarstova hevði onga orsøk til at vera til, um tað almenna ætlaði at taka yvir.

Eftir stóðu umleið 100 børn, sum ikki fingu ta ergoterapi, tey høvdu fyri neyðini.

Tá ið John Johannesen tók við sum landsstýrismaður í heilsumálum, tók hann ein fund við Sp/f Ergoterapi, sum er einasta ergoterapistova av slíkum slagi.

Hetta var ein góður fundur, og har kom eisini fram, at eftir eitt møguligt alment tilboð er sett á stovn, er framvegis grundarlag fyri privatum tilboðum um ergoterapi.

Á fundinum var avgjørt, at Ergo skuldi umhugsa støðuna, og venda aftur við um møguligt var at lata ergoterapiina upp aftur.

Eftir at hava umhugsa støðuna og ráðført seg við viðkomandi ráðgevarar, hava tey frá Ergo sent Heilsumálaráðnum tvey uppskot, sum kunnu loysa trupulleikan, so at børn kunnu fáa ergoterapi aftur beinanvegin.

Havandi jaliga andan á fundinum í huga, er tað teirra vón, at Heilsumálaráðið tekur undir við einum av hesum uppskotum. Um so er, at Heilsumálaráðið velur at taka av einum av okkara uppskotum, skuldi tað glett tey at boða, frá at ergoterapiin hjá ergo letur upp aftur.