Fáa høvi at viðgera vallógina

Við uppskotinum hjá Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum um at broyta valskipanina, sleppa tingfólk nú at viðgera vallógina, hóast einki uppskot er komið frá Innlendismálaráðnum hesum viðvíkjandi, hóast tað er niðurfelt í samgonguskjalið.

Jógvan við Keldu heldur ikki, at hetta er júst tann rætta loysnin, men hann er kortini fegin um uppskotið, tí hann heldur, at viðgerðin av hesum málinum á tingi fer at gagna víðari viðgerðini í Innlendismálaráðnum.
Seinasta broytingin í valskipanini var gjørd í sjeytiárunum, og fyrstu ferð roynd í verki í 1978. Tá var talið av eykamandatum minkað niður í 5 og talið av umdømisvaldum hækkað til 27. Síðani tá hevur løgtingið altið verið fullmanna, hóast valúrslitið í prinsippinum kann fella soleiðis út, at eingi eykamandat verða at býta út. Tá hevði tingið bara havt 27 fólk.
Næstseinasta stóra broytingin var gjørd í sekstiárunum, tá farið varð frá at stilla valevni upp í nummarøð til tað skipanina, vit hava í dag. Tá høvdu valfeløgini størri ávirkan á, hvør kom at umboða flokkin á tingi, tí tann, ið stóð sum nummar eitt á listanum hevði fyrimunir fram um hini.