Fía er dóttir Annu Wolles av Trøllanesi og Jógvan Isaksen úr Lorvík.
Fía tók millumskúlaprógv í Klaksvík. Síðani arbeiddi hon í nøkur ár á Sýsluskrivstovuni og Posthúsinum.
Í 1954 giftist hon við John Høj, sum er sonur Ebbu Klakkstein úr Vági í Klaksvík og Jacob Adrian Høj av Strondum. John var leiðari á Hermetikkfabrikkini hjá Kjølbro og síðani á Kósini í mong ár. Hann keypti tað_ lítla virkið í Árnafirði og kallaði tað Norðís. Har hevur framleiðsla verið í mong ár, eisini tá flestøll onnur virki fóru av knóranum. Norðís hevur serliga lagt seg eftir at framleiða panerað hýsufløk. Fía hevur havt roknskapin á virkinum um hendi.
Fía og John fingu trý børn. Ebba er gift við Jens Andreasen, lækna. Tey búgva í Havn. Jógvan er giftur við Sonju Hammer úr Klaksvík, har tey búgva. Og Joan er gift við Jan Jacobsen úr Klaksvík, har eisini tey búgva.
Hóast Fía hevur verið illa plágað av sjúkum, hevur hon altíð verið lívsglað og lívsfús.