Fáa grønan íblástur úr Havn

Mikudagin byrjar ein tríggjar dagar long ráðstevna í Keypmannahavn fyri høvuðsstaðir í norðurlondum og har er okkara egni høvuðsstaður, Tórshavn, eisini við. Evnið á ráðstevnuni hesaferð er grønur vøkstur, ella umhvørvistiltøk og hvussu býirnir kunnu avmarka CO2-útlátið.

Á ráðstevnuni fer Tórshavnar Kommuna at tiltøkum, sum eru sett í verk her.

Tey tiltøk, sum Tórshavnar Kommuna fer at greiða frá eru

Tórshavnar Kommuna fer at vísa á hesar loysnir og tiltøk:

- Ókeypis almenn bussferðsla

- At góðkenna spillivatnsætlanir

- Reinar áir og vágir

- Umhvørvisvika, umhvørvisvirðisløn og stuðul til umhvørvisverkætlanir

Tórshavnar Kommuna fer eisini at vísa á, hvussu hiti fæst í bygningar við jarðhita og sjóhita og spmuleiðis fara tey at greiða frá orkusparingarátakinum í kommununi og fjarhitaskipanini.

Men samstundis fáa umboðini fyri Tórshavnar Kommunu eisini at vita, hvussu hinir høvuðsstaðirnir arbeiða á grøna og umhvørvisvinaliga økinum.

Tey, sum umboða Tórshavnar Kommunu á høvuðsstaðarráðstevnuni í Keypmannahavn eru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, og Sjúrður Olsen, 2. varaborgarstjóri. Eisini eru Ingibjørg Berg, kommunustjóri, og Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri við á ferðini.