Fáa gott veður

- Góðir møguleikar verða fyri sól um vikuskiftið, sigur Petur Skeel, skilagóður veðurfrøðingur. Hann fer at liggja við eysturætt fyri tað mesta og eisini landnyrðingi, men at kalla eingin vindferð. Hóast sólin fer at kaga nógv fram um vikuskiftið, so slepst ikki undan, at møguleikar eru fyri mjørkaflókum. - Men tað verður turt og hitin fer at liggja millum 13 og 18 stig, sigur veðurmaðurin. Har mjørki er, verður hitin millum 10 og 12 stig. Í komandi viku verður kortini heldur kaldari. Hann hækkar, og tað verður nakað av ælaveðri. - Hitin fer tá neyvan upp um 10 stig, sigur Petur Skeel.