Tveir dystir verða í morgin og tveir sunnudagin í Eik-liguni hjá kvinnum, so enn eina ferð er talan um fult umfar. Annar dysturin í morgin á Kambsdali millum ÍF og Mjølnir, sum enn ikki hava tapt, og hin er á Giljanesi millum Drátt og TB, sum enn ikki hava vunnið, og tað sama er galdandi fyri KÍF og Ternuna, sum møtast í Kollafirði sunnudagin.
Øðrvísi er við hinum dystinum sunnudagin, sum verður í Gundadalshøllini, tí hann er millum tvey av fremstu liðunum, Fleyr og SÍ, ið bæði hava vunnið hvør sínar tveir dystir. Her kann kanska fáast ein ábending um, hvussu styrkislutfallið er millum tey fremstu í vetur.
Meðan fult umfar er hjá kvinnunum, eru bara tveir dystir sunnudagin í Eik-liguni hjá monnum, men tað er so nær fullum umfari, ið komast kann, tá liðini bara eru fimm í tali. Mjølnir, sum mátti lúta fyri Fleyr fyri viku síðani, tekur í Badmintonhøllini í Klaksvík ímóti TB, sum spælir sín fyrsta dyst í vetur.
Hin dysturin sunnudagin verður í Gundadalshøllini í Havn millum Fleyr og SÍ. Fleyr vann sum nevnt á Mjølni í farnu viku, meðan SÍ fyri tveimum vikum síðani tapti ein tepran fimmsettara fyri ÍF, so hetta kann gerast ein opin dystur, ið eisini sigur nakað um, hvussu sterk liðini eru í vetur.