Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður ætlar at lata fólk fáa frið at og larma uttanfyri Løgtingið at mótmæla flatskatti og ætlanini at skatta pensjónir við inngjald.
Vit hava spurt hann, hvat hann ger, vissi larmurin verður so nógvur, at tað ikki ber til at
hava løgtingsfund.
Men Jógvan á Lakjuni ger greitt, at hann fer ikki at senda boð eftir løgregluni fyri at fáa arbeiðsfrið.
So leingi mótmælisfólkini eru friðarlig, fáa tey frið at mótmæla, tí tað er teirra fulli rættur, sigur hann.
Í løtuni er so nógvur larmur, at tað gongst illa hjá løgtingsfólki at hoyra, hvat sagt verður.
Jenis av Rana mælir mótmælisfólki frá at órógva tingfundin.
- Tað er ein andsøgn í, at fakfeløgini vilja hava málið upplýst, samstundis sum tey órógva so illa, at tað ikki ber til at fáa málið upplýst.