Fáa framvegis nógvar pengar í kassan

Korona sær ikki út til at hava ávirkað inntøkurnar

Bæði Landskassin og kommunukassarnir fáa framveigis nógvar inntøkur av skatti og tað sær ikki út til, at korona hevur ávirkað støðuna.

Ein uppgerð hjá Taks vísir, at fyrstu átta mánirnar í ár, fingu kommunurnar 1,370 milliardir í inntøkum av skatti og tað eru 55,9 milliónir, ella 4,25 meiri enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað er sama søgan hjá landskassanum, tí í tíðini frá januar til august í ár, fekk landskassin 1,156 milliardir í inntøku av skatti og tað eru 55,4 milliónir, ella 5,03 prosent meiri enn landskassin fekk í inntøku í átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Allarflestu kommunurnar hava fingið meiri inn í skatti í ár, men kortini eru tað sjey kommnur, har skattainntøkan er minkað eitt vet. Yvirhøvur er talan um smáar kommunur, men í Vágs kommunu hevur inntøkan av skatti verið slakar 30, 7 milliónir inn higartil í ár og tað eru 0,29 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Sunda kommuna hevur fingið slakar 48,8 milliónir inn í skatti higartl í ár og tað eru 0,88 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.