Á skrivstovuni hjá norska Arbeiðaraflokkinum og ungdómsdeildini AUF hava tey havt úr at gera við at skráseta nýggjar limir, og áhugin fyri limaskapi hevur verið serliga stórur síðani sorgarleikin tann 22. juli.
Tíðindastovan NTB skrivar, at Arbeiðaraflokkurin hevur fingið 11.000 nýggjar limir higartil í ár, og at 8.000 teirra eru komin upp í flokkin síðani tann 22. juli. Herumframt hava umleið 4.000 ungfólk meldað seg upp í AUF síðani tann 22. juli.
Jan Bøhler, sum er formaður hjá Ap-valfelagnum í Oslo, sigur við NTB, at í høvuðsstaðnum er limatalið vaksið 40 prosent, og so stóran vøkstur hevur felagið ongantíð havt fyrr.