Fáa frían bil og løgmans­setur

– Sum frálíður hevði besta loysn­in verið, at ein tignarligur fast­­ur løg­mans­bú­stað­ur varð fing­in til vega, stendur í upp­skoti­num hjá løgmanni

Í viðmerkingum til upp­skotið hjá løgmanni sigur hann, at løgmaður ger sjálv­ur av, um hann flytur til Havnar.
– Landið útvegar hon­­um tá hús, sum hann flyt­ur inn í, og land­ið ber rakstr­ar­út­reiðsl­ur­nar av húsinum. Ong­in mestikostnaður er ásett­ur í lógini fyri landsins út­reiðslum til hesi hús. Hetta veldst um játtan og eina ítøkiliga meting av um­støðunum, sigur løg­mað­ur og leggur afturat:
– Sum frálíður hevði besta loysnin verið, at ein tignarligur fastur løg­­mans­­bú­stað­ur varð fing­in til vega, eitt nú sum til­mælt verð­ur í álitinum frá 2005 um løg­manssetur í Hoy­vík.
Landsstýrismenn út­vega og gjalda sjálvir bú­stað, um teir flyta til Havnar. Men eftir grein­ini kunnu teir landsstýrismenn, sum eru úr Sandoynni, Suð­ur­oyn­ni ella av útoyggj fáa endurgjald fyri b­ú­stað­ar­útreiðslur, tó ikki meira enn 10.000 krón­ur mánaðarliga sbr. stk. 3. Heimilað er eisini løgmanni at vei­ta endur­gjald til lands­stýris­fólk at búgva í Havn, hóast tey búgva, har landfast er, um serligar umstøður gera seg galdandi.

Frían bil – eisini skattafrían
Í uppskotinum hjá løg­manni er eisini ásett, at landið útvegar lands­stýris­monnum bilar og sam­skiftis­útgerð.
– Við kunngerð verður tryggj­að, at bilar av sama slag verða útvegaðir, og at bilar­nir, sum høvuðsreglu, bert verða brúktir bert verða brúktir í lands­stýr­is­­manna­­starvinum.
Ætlanin er seinni, áðrenn henda lóg fær gildi, at leggja fram eitt broyt­ing­ar­uppskot til skatta­lógina § 29, soleiðis at virðið av ókeypis bili til tænastunýtslu hjá løg­manni ella lands­stýris­monnum ikki tel­ist við í skatt­skyldugu inn­tøku­na.

Varðveita vunna pensjón + 15 prosent
Til stk. 7 er at viðmerkja, at landsstýrismenn her­eftir bert fáa hetta pen­sjónsgjald. Aloftast fer gjal­d­ið í pensjónsskipan, sum teir frammanundan hava.
Landsstýrismenn, sum verða settir eftir komandi løg­tingsval, fáa 15 % út­goldið afturat lønini til pri­vata pensjónsskipan.
Ásett er, at løgtingslógin kem­ur í gildi, eftir at nýtt lands­stýrið hevur tikið við eft­ir komandi løgtingsval í eini roynd at bera so í bandi, at løgmaður og landsstýrismenn, sum nú sita, hava sum minst av ávirk­an á egnu lønar­við­ur­skifti.
Av skilhaldsgrundum er ásett, at landsstýrið sendir kunngerð út um gild­is­komudagin og eisini í hesum sambandi áset­ur, at gamla pen­sjóns­skipanin fyri lands­stýris­menn steðgar, men tó verður varðveitt, og at lands­stýrismenn, sum her­eftir verða settir, koma undir nýggju skipan­ina.landsstýris­manna­starvi­num. Ætlanin er seinni, áðr­enn henda lóg fær gildi, at leggja fram eitt broyt­ingaruppskot til skatta­lógina § 29, soleiðis at virðið av ókeypis bili til tænastunýtslu hjá løg­man­ni ella lands­stýris­mon­nu­m ikki telist við í skatt­skyldugu inn­tøku­na.
Til stk. 7 er at viðmerkja, at landsstýrismenn her­eftir bert fáa hetta pen­sjóns­gjald. Aloftast fer gjald­ið í pensjónsskipan, sum teir frammanundan hava. Landsstýrismenn, sum verða settir eftir kom­andi løg­tingsval, fáa 15 % út­gold­ið afturat lønini til pri­vata pensjónsskipan.
Fráfaringarlønin er ætlað at tryggja lands­­stýris­­mannin í skiftis­tíð­ini frá landsstýris­manna­em­bæti­num, til løgtingsmanna ella borgarliga starvið tek­ur við. Men tá ið tikið verð­ur við slíkum starvi, eigur at verða mótroknað í landsstýrismannalønini.
Nr. 3. Avtøkan er ein avleiðing av, at borðfæ og kostnaðarendurgjald verður avtikið.
Nr. 4. Sum er, er prís­vøksturin í sam­felag­num lítil, men til tíðir eru stórir prísvøkstir. Av hesi grund er neyðugt, at húsaleiguloftið fyri landsstýrismenn kann verða javnað. Skotið verð­ur upp, at hetta fylgir javn­ingini fyri sosialum veit­ing­um. Nr. 5. Illa fer at bera til at gera seg inn á vunnin rættindi hjá lands­stýrismonnum, sum nú sita. Teir varðveita tí hesi rættindi, tó so, at starvs­aldurin steðgar at telja, tá ið broytingin fær gildi. Broytingin færgildi, tá ið nýtt landsstýrið tekur við eftir løgtingsval, og skrivast má tá út kunngerð við úrgildis­dagfesting fyri, nær gamla pensjónsskipanin fer úr gildi. Landsstýrismenn, sum framhaldandi sita eftir komandi løgtingsval, fáa hereftir 15 % útgoldið afturat lønini til privata pensjónsskipan. Í stk. 3 er ásett ein serregla fyri tænastumenn, av tí at tað kann verða tvør­ligt hjá teimum at stovna eina privata pensjón við síðuna av tænastumannapensjónini.
Ásett er, at løgtingslógin kem­ur í gildi, eftir at nýtt landsstýrið hevur tikið við eftir komandi løgtingsval í eini roynd at bera so í bandi, at løgmaður og landsstýrismenn, sum nú sita, hava sum minst av ávirkan á egnu lønar­við­ur­skifti. Av skilhaldsgrundum er ásett, at landsstýrið send­ir kunngerð út um gildis­­komu­dagin og eisini í hesum sam­bandi ásetur, at gamla pen­sjóns­skipanin fyri lands­stýris­menn steðg­ar, men tó verður varð­veitt, og at lands­stýris­menn, sum hereftir verða settir, koma undir nýggju skipanina.