Fáa forvitnisliga vitjan úr Ísrael

Í næstu viku fáa ísraelsvinir í Føroyum forvitnisliga vitjan heilt úr Ísrael og í tí sambandi verða fyrilestrar um alt landið

Tað er leiðarin í norðurlendsku sjómannakirkjuni í Haifa, Gro Wenske, sum kemur til Føroya at greiða frá um Ísrael, jødarnar og um støðuna í landinum nú, siga Ísraelsfelagi og felagið, Vinir Ísraels, í tíðindaskrivi í dag.

Gudfrøðingurin, Gro Wenske, er norsk og hevur búð í Ísrael í 40 ár. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri landinum og fólkinum har. Hon hevur ferðast nógvastaðni kring heimin og hildið fyrilestrar um Ísrael og Miðeystur, siga tey bæði feløgini.

Hon er eisini blaðstjóri á "Israels Røst" sum roynir at greiða frá um Bíbliuna og Ísrael og virkar fyri góðum samskifti millum jødar og kristin.

Gro Wenske fer at halda hesar fyrilestrar kring landið næsta vikuskiftið: Hóskvøldið klokkan 20.00 verður hon í Filadelfia í Gøtu, fríggjakvøldið klokkan 20.00 verður hon í Libanon í Sørvági, leygarkvøldið klokkan 20.00 verður fyrilestur í Ósáskúlanum í Klakvík, sunnudagin klokkan 15.00 verður hon at hoyra í Skúlahøllini í Trongisvági og sama sunnukvøld klokkan 20.00 verður hon í Skúlanum á Trøðni í Havn.

Høvuðsevnini á fyrilestrunum er "Ísrael og Jesus hoyra saman" og "Ísrael í kreppu" og Aftaná fyrilestrarnar verður høvi at seta henni spurningar afturvið einum drekkamunni.