Tað er ikki bert í Føroyum at fiskimenn gremja seg um ov fáar fiskidagar. Teir, ið fiska í Eystursjónum, hava somu trupulleikar.
Teir hava kært sína neyð fyri myndugleikunum, og nú er líkt til at teir fáa fleiri fiskidagar í Eystursjónum komandi ár.
Men teir eru kortini ikki heilt nøgdir enn, tí teir ynskja uppaftur fleiri fiskidagar, soleiðis at teir kunnu fáa ta veiðuna innanborða, sum teir hava loyvi til.
ES-kommisjónin hevur júst heitt á Ráðharraráðið um at hækka kvotuna í eystara parti av Eystursjónum við 15 prosentum og í vestara parti við 13 prosentum. Men teir fáa kortini ikki fleiri havdagar, sum teir kalla tað.
- Longu í ár høvdu fleiri fiskimenn trupulleikar við havdøgunum. Tað vóru snøgt sagt ikki nóg mikið av døgum ti lat fiska toskakvotuna. Og júst hesin trupulleikin verður verri í 2012, sigur formaðurin í danska fiskimannafelagnum, Svend-Erik Andersen.
ES grundgevur hækkingina av toskakvotuni við at stovnurin í Eystursjónum er betri fyri. Til tess at endurreisa tann hótta toskastovnin hevur ein valt at avmarka talið av døgum, har loyvt er at fiska. Men hetta heldur Danmarks Fiskeriforening lítið um.
- Hetta vísir enn einaferð, at havdagarnir eru eitt instrument, sum ofta forðar eini fullari útnytting av stovninum. Og hetta undirstrikar bara okkara støðu um, at hesir havdagarnir skulu burtur, sigur altso Svend-Erik Andersen.