Fiskasøla
Av roknskapinum hjá Fiskasøluni, sum fyri stuttum varð góðkendur av aðalfundinum, framgongur, at fiskasølan í 200 hevur keypt seg inn í fleiri føroysk virki.
Spurdur um hetta er ein liður í arbeiðinum at tryggja sær rávørutilgongdina, sigur stjóri felagsins, Hans Jóhannis á Brúgv, at tað er tað so avgjørt.
- Orsøkin til, at vit eru farin undir at keypa okkum inn, er í stuttum, at hetta er neyðugt fyri at tryggja grundarlagið undir virkinum. Vit keyptu í fjør í Arctic Viking, eins og vit hava keypt part í Vaðhorn Seafood á Strondum. Í ár hava vit keypt okkum inn í nýggja rækjutrolaran, sum kom til landið í gjár, og framman undan eru vit so eisini við í Ocean Castle.
- Hetta er ein ásannan av, at tað verður ov tunnligt hjá okkum, um vit bert skulu sita og bíða, til framleiðarin ger av, hvørja sølukanal hann kann nýta.
Fyrr var hetta sum so eingin trupulleiki. Meðan Fiskasølan framhaldandi var lutafelag, vóru tað jú virkini, sum áttu søluliðið. Síðani fylgdi eitt tíðarskeið, har talan bert var um fiskasølu, og stjórin vísur á, at eisini tá bar tað til, men sum hann málber seg, so er hetta nakað, sum hendir alla staðni.
- Tú kanst hyggja at Pan-Fish, sum roynir at keypa seg inn í sínar veitarar, og sjálvi hava vit eitt dømi, tá nýggja Hvilvtenni kom til landið, sigur Hans Jóhannesn.
- Har tók tað jú sína tíð, áðrenn fíggingin kom upp á pláss. Endin var, at Frank Uhrenholt setti pening í, og so er tað eisini hann, sum fær søluna av vøruni. Framman undan høvdu vit eitt fínt samstarv við Hvilvtenni, men treytirnar eru nú eina ferð soleiðis, sigur Hans Jóhannis.
Keypa fyri virkini
Umframt ognarpartarnar, sum nevndir eru omanfyri, vísur Hans Jóhannis eisini á, at tey eisini á øðrum økjum eru farin inn í sjálva framleiðsluna.
- Vit hava eitt uppsagingarvirki í Hirtshals, har vit sjálvir standa fyri framleiðsluni av lidnu vøruni, og har umframt eru vit í 2000 farin undir ein nýggjan tátt.
- Vit hava seinnu helvt av árinum keypt fisk frá uppboðssøluni, har vit so hava fingið flakavirki at framleitt vøruna fyri okkum. Hetta er alt liður í sama arbeiði. Nevnliga at tryggja okkum vørugrundarlagið. Sum sagt, so kunnu vit ikki sita hendur í favn og bíða eftir, at framleiðarin skal velja okkum fram um aðrar seljarar, og tí verður hetta so avgjørt eisini nakað, sum vit koma at síggja í framtíðini, sigur Hans Jóhannis á Brúgv at enda.