Fáa farteldur og elektróniskar talvur

- Samskifti millum lærara, skúla, næming og heimið kemur sum frá líður at verða eitt elektróniskt samskifti, sigur Dánjal Vang, lærari og býráðslimur í Fuglafirði

Skúli

 

Fuglafjarðar býráð samtykti á býráðsfundi í síðstu viku, at allir lærarar við Fuglafjarðar skúla skulu fáa farteldu.

Men lærararnir fáa meira enn farteldur í hesum umfari. Teir fáa eisini elektróniskar talvur at brúka í frálæruni.

Í síðstu viku vóru lærararnir í Fuglafjarðar skúla soleiðis á skeiði í Klaksvík, har teir vórðu kunnaðir nærri um brúk av elektróniskum talvum.

- Samskifti millum læraran, skúlan, næmingin og heimið kemur sum frá líður at verða eitt elektróniskt samskifti, sigur Dánjal Vang, lærari og býráðslimur í Fuglafirði.

Hann vísir á, at við hesum í huga vil býráðið stuðla øllum pørtum í skúlaumhvørvinum og verða við at lyfta teirra førleikar á hesum øki upp á eitt hægri støði.

Býráðið hevur soleiðis játtað pening bæði til keyp av farteldum og elektróniskum talvum.

Á nevnda býráðsfundi varð eisini samtykt at játta eina miljón krónur til projektering av nýggjum stovum/skúla.

- Ein av fyrstu døgunum fara lærararnir og býráðslimirnir á fund at tosa um ymisk skúlaviðurskifti í kommununi, sigur Dánjal Vang, býráðslimur í Fuglafirði.