Fáa føroyingar til gongu

Meira og meira verður gjørt við gongutúrar innan føroysku ferðavinnuna. Fyri stuttum kom gongufaldarin hjá Ferðaráðnum út á føroyskum umframt donskum og enskum. Og nú er Ferðaráðið júst farið í gongd við eina lýsingarherferð, sum skal fáa føroyingin upp úr sofuni ella úr bilinum og út í náttúruna at ganga

Summar er, hóast veðurgudarnir ikki hava víst seg frá síni bestu síðu higartil. Mánadagin er longsti dagur, og tað plagar at vera eyðkent, at skipað verður fyri ymsum útferðum ella gongutúrum í tí sambandinum.
Í snotuliga gongufaldaranum hjá Ferðaráði Føroya, sum fyri stuttum kom út á føroyskum, eru nógvir hentir upplýsingar til fólk, sum hava hug at ganga túrar í fjøllunum. Har stendur millum annað, hvussu langir túrarnir eru, og hvussu langa tíð tað tekur. Hvussu ein gongur, og hvar ein skal fara fyri at koma higar túrurin byrjar. Fyri mong kanska púra óneyðugir upplýsingar, men helst til stóra nyttu fyri uppaftur onnur.
14 ymiskar gøtur eru í honum, og er tað upplagt til tey, sum kanska ikki hava so góðan hug at verða í teimum fyriskipaðu túrunum. Men hesir eru sjálvandi eisini ein møguleiki.
Birita Nolsø, sum er samskipari á innlendisdeildini á Ferðaráðnum sigur, at gongutúrarnir verða alsamt betri og betri umtóktir ? eisini millum føroyingar.
Gongufeløgini skipa eisini fyri fleiri túrum, samstundis sum tey eisini gerast fleiri í tali. Og tað fegnast Birita um.
Inntil í ár kom gongufaldarin bert út á donskum og enskum. Men í ár varð so gjørt av at geva hann út á føroyskum eisini.
? Vit hava arbeitt so nógv við at fáa útlendingar til gongutúrar her í landinum, men vit mugu ikki gloyma, at føroyingar líkaso væl eru ein upplagdur málbólkur, sigur Birita.
Samstundis vónar hon, at ferðsmiðir fara at nýta hendan gongufaldaran í teirra pakkaferðartilboðum.

Øllum veðri
Veðrið ræður fyri øllum í Føroyum, men tá tað kemur til gongutúrar heldur Birita ikki, at tað hevur líka nógv at siga.
? Sjálvandi er tað lekkurt at ganga ein túr í fjøllunum í fagrasta summarveðri, men tað ber til at ganga í fjøllunum í nærum øllum veðri. Upplivilsini verða bara øðrvísi, alt eftir veðrinum, greiðir hon frá og vísir samstundis á, at fleiri av gongufeløgunum skipa fyri gongutúrum alt árið runt.
Hon heldur, at ein gongufaldari er sera kærkomin, tí hann fær fólk at síggja møguleikarnar, sum tey hava.
? Her hevur tú jú tvey at velja ímillum. Tú kanst fara einsamallur, ella tú kanst fara til ein fyriskipaðan gongutúr, sigur Birita Nolsø.
Gongufaldarin frá Ferðaráðnum fæst á øllum kunningarstovum kring landið og kostar tíggju krónur.