Grindin í Vágum er ikki til at reka á land. Nú hava bátar verið úti hjá grindini síðan klokkan 15 í dag, men enn sær ikki frægari út. Grindin vil ikki tað, sum bátarnir vilja.
- Hon liggur og grindast her enn, og vit liggja í sama stað, sum vit hava ligið í allan dag, sigur Sámal Jákup Jørgensen, grindaformaður.
- Hon er óalmindiliga ring at fáast við. Vit fáa ikki rakstur á hana. Hon kavar bara, tá bátar nærkast henni. Vit hava rikið hana bæði eystur og vestur eftir.
Grindaformaðurin metir, at grindin er væl størri, enn mann væntaði fyrr í dag.
- Her er væl av grind til allíkavæl. Nógvir hvalir eru komnir uppí, men grindin gongur enn í fleiri bólkum, sigur hann.
Nú fer at myrkjast skjótt, so tað er avmarkað, hvussu leingi teir klára at liggja aftrat. Og ætlanin um at reka hana til Bíggjar er droppað.
- Tað er ov seint at fara til Bíggjar nú. Tað er eingin kjansur, at vit sleppa til Bíggjar, tí sjógvurin er so ringur har, sigur Sámal Jákup Jørgensen.
Teir satsa nú uppá at fáa hana á Sandavág, hóast útlitini kki eru góð fyri tí.
- Eg rokni við, at vit liggja her, inntil tað fer at skýma, sigur grindaformaðurin.
Har eru væl av bátum í løtuni, og grindin er nú vestanfyri Bøsdalafos. Beint nú gongur hon eitt sindur inneftir.










