Í Kekkia hevur tjóðartingið samtykt, at avvarandi hjá teimum, sum lótu lív undir sovjetsku innrásini í 1968, skulu fáa endurgjald fyri missin.
Tey, sum mistu ein av sínum kæru, fáa 40.000 krónur í endurgjaldi, og fólk, sum vórðu særd ella neyðtikin, fáa nakað minni. Uppskotið um endurgjald kom frá einum lítlum andstøðuflokki, og sambært tølum, sum flokkurin hevur útvegað, kostaði sovjetska innrásin 72 kekkum lívið. Umleið 700 onur vórðu særd.
Uppskotið um endurgjald kemur ikki í gildi, fyrr enn kekkiska senatið hevur samtykt tað, men roknað verður við, at tað verður eisini samtykt har.










