5. november 2012 fór í gongd sonevnd e-resept skipan í sjúkrahúsverkinum. E-resept er ein elektronisk recept uppá heilivág, sum verður send beinleiðis av lækna til apotekini við Talgildu heilsuskipanini (THS).
Tískil er ikki longur neyðugt at læknin fyrst skrivar út resept í THS, fyri síðani at handa hesa til sjúklingar ella at faxa til apotekini. Sjúklingurin fær heldur onga resept við í hondina meira, um e-reseptin verður nýtt av læknanum.
Hetta førir við sær smidligari arbeiðsgongd á sjúkrahúsinum og hjá apotekunum, har færri hendur handfara sama papír, og harvið gerst sjúklingagongdin betri og tryggari.
Í fyrsta umfari er e-reseptin sett í verk á Bráðdeplinum, Skurðdeplinum og Medisinska Depilinum á Landssjúkrahúsinum, umframt einstøkum kommunulæknum og hinum sjúkrahúsunum. Í komandi ári fara allir kommunulæknarnir og Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum eisini yvir til somu skipan.










