- Munurin á okkum og Stjørnuni er ikki serliga stórur, og oftast eru marginalirnir avgerðandi. Í dag fáa vit eina periodu í endanum av fyrra hálvleiki og fyrst í seinna hálvleiki, har einki riggar, og hetta revsa tær okkum fyri. Vit eru tó líka við at fanga tær aftur, men gerast akkurát ov stuttar. Eg veit ikki, hví hetta hendir, men tað kann sjálvandi vera manglandi rutina.