Spenningurin er í hásæti í dag, áðrenn heimsins bestu telvarar hittast í London til síðsta umfar í stríðnum um heimsmeistaraheitið í klassiskum talvi.
Avbjóðarin og nummar tvey í heiminum, amerikanarin Fabio Caruana, hevur hvíta fólkið í dag, meðan verandi heimsmeistarin, norðmaðurin Magnus Carlsen, spælir við svørtum.
Higartil hava teir báðir kappingarneytarnir sitið yvirav hvørjum øðrum í ellivu klassiskum talvum, ið øll eru endaði í remi. HM í talv verður í fyrstu atløgu avgjørt við tólv klassiskum talvum, og tí er greitt, at um annar vinnur í dag, so vinnur hann alt.
Nógv er upp á spæl, tí umframt at vinnarin verður heimsmeistari, so er plássið sum nummar eitt á styrkilistanum hjá altjóða talvsambandinum FIDE eisini upp á spæl. Magnus Carlsen hevur átt fyrsta plássið á styrkilistanum síðan 2011, men av tí at Fabio Caruana einans er trý stig aftaná norðmannin á listanum er greitt, at um avbjóðarin vinnur í dag, so tekur hann fyrsta plássið og heimsmeistaraheitið frá norðmanninum.
Magnus Carlsen tryggjaði sær annars heitið sum heimsmeistari, tá hann vann á táverandi heimsmeistaranum Viswanathan Anand í 2013 og hevur síðan vart heitið í tveimum umførum.
Um so er, at talvið í dag endar sum tey 11 undan hesum, so verður HM avgjørt við, at teir báðir hittast til 4 snartalv. Tá verður tíðin teir fáa at telva stytt til 25 minuttir hvør, umframt at teir fáa 10 eyka sekund fyri hvønn leik.
Um tað enn er á jøvnum millum teir báðar verður farið víðari til kviktalv. 5 talv eru á skránni, har vinnarin er tann, ið fyrst fær 2 stig. Her fáa telvararnir 5 minuttir hvør og 3 eyka sekund fyri hvønn leik.
Um ein vinnari enn ikki er funnin verður talv-HM avgjørt við einum talvi av Armageddon. Telvararnir trekkja lut um hvør spælir við hvítum og svørtum. Tann við hvítum fær 5 minuttir, meðan tann við svarta fólkinum fær 4 minuttir. Aftaná 61 leikir fáa leikararnir 3 eyka sekund fyri hvønn leik. Um tað verður remi vinnur tann við svarta fólkinum.
Síðsta klassiska talvið millum teir báðar byrjar nú klokkan 15 í dag.