Fáa eftirlit at breksáttmáli verður hildin

– Tað er týðandi, at vit eisini fáa ein stovn, sum kann fylgja við, at sáttmálin innan brekøkið verður hildin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- skúla- og mentamálum, sum varar av málsøkinum

Í nýggja samgonguskjalinum stendur millum annað: “Talsfólk til borgarar við tørvi vegna brek ella sjúku verður sett í starv í samráð við Megd”.

Hetta er sostatt ein av ítøkiligu orðingunum, ið er komin við í samgonguskjalið, sum var eitt ynski frá einum áhugafelag.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tey í Miðflokkinum høvdu hetta við í teirra valskrá og gleðist um, at tað er komið við í samgonguskjalið. Av tí at talan er eitt mál, sum hevur við ST at gera, er tað uttanríkisráðið, ið varar av málinum.

– Hetta minnir um stovnin Løgtingsins umboðsmann, sum eisini hevur eina eftirlitsuppgávu. Møguligt vit kunnu skipa hetta á líknandi hátt. Eg skal á fund við Megd í komandi viku, og tá fara vit at tosa nærri um, hvussu hetta skal skipast, sigur Jenis av Rana.

Stuðul og vegleiðing til foreldur

Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, sum hevur ábyrgd av sáttmálanum.

– Vit ynskja at veita foreldrum, sum eiga eitt barn, ið ber brek ella hevur álvarsliga sjúku, stuðul, vegleiðing og hjálp. Fleiri foreldur standa í truplari støðu og avbjóðingarnar eru stórar í gerandisdegnum. Har ynskja vit at gera nakað, so tey fáa vegleiðing og stuðul, hvørjir møguleikar og hjálp eru at fáa, sigur nýggja landsstýriskvinnan.

Hon vísir á, at tað til dømis er krevjandi hjá foreldrum, ið hava eitt barn við fjølbreki, ella hjá eini ungari einsamallari mammu við barni, ið ber brek ella hevur sjúku.

– Tað eru ikki øll børn, ið verða fødd við breki ella álvarsligari sjúku, men so kann ymiskt henda á leiðini, sum ger, at umstøðurnar broytast. Hesi eiga eisini at fáa hjálp, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Landsstýriskvinnan vísir á, at málið skal viðgerast nærri í Almannamálaráðnum og fundur skal eisini vera við Megd.