Fáa íblástur til hjúnalagið

Undir heitinum »Ger nakað gott fyri parlagið« skipar samkoman Keldan fyri einum venjingarskeiði fyri pør í heyst. Endamálið er at geva hjúnunum øktan førleika at loysa møguligar trupulleikar.

Skálabotnur: Slík skeið hava verið vanlig í grannalondum okkara, men nú verður so á fyrsta sinni møguleiki fyri hesum í Føroyum.

Talan er um eitt sonevnt PREP-skeið sum á føroyskum leysliga kann umsetast til »Praktisk Reiðskap til eitt Enn betri Parlag«

Keldan skipar nevniliga fyri einum slíkum skeiði í september mánaði, og er ætlað hjúnum sum vilja arbeiða við parlagi sínum.

Í skeiðnum verður dentur lagdur á samskifti millum mann og kvinnu, eins og dentur verður lagdur á at geva teimum íblástur til alt tað sum fer fram í einum hjúnalagi.

- Hagtølini vísa, at ein sløk helvt av øllum giftum pørum fara frá hvørjum øðrum. Hinvegin vísa kanningar, at færri pør skiljast eftir at tey hava verið á hesum skeiðnum, verður sagt úr Kelduni.

Undirvísingin fer fram við framløgum og venjingum í samskifti. Undirvíst verður í felagi, meðan pørini venja seg hvør sær við einum vegleiðara.

Skeiðini verða tvey vikuskifti í september og verða hildin í samkomubygninginum í Skálabotni.