Fáa betri tænastu við at seta sparingar í verk

Umleggingar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum føra við sær at nøkur størv verða spard burtur, men kortini fer tænastan at batna

Landssjúkrahúsið

? Tey, sum eru innløgd á føðideildini og á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, skulu nú hava eina betri tænastu.
? Og tað kann gerast samstundis sum vit seta sparingar í verk.
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at tað ber til at spara, samstundis sum tænastan til sjúklingin verður betri.
Tað skulu umleggingar, sum ætlanin er at seta á verk á føðideildini og á psykiatriska deplinum, vísa.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at á føðideildini bera umleggingarnar við sær, at ljósmøðurnar í størri mun koma inn á føðideildina at arbeiða, samstundis sum talið á sjúkrarøktarfrøðingum verður lækkað tilsvarandi.
Hetta er ein umlegging, sum fer at føra við sær, at eitt vaktlag av sjúkrarøktarfrøðingum verður sparta burtur á føðideildini
Poul Geert Hansen sigur, at talan er um eini 5-6 ársverk. Men, hvussu nógvar uppsagnir, talan verður um, liggur ikki fast enn.
Ætlanin er eisini at royna at fáa teimum, sum brúk ikki verið fyri á føðideildini, starv aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at talan er ikki um at seta fleiri ljósmøður í starv, men at brúka tær, sum eru í starvi, betri.
? Í løtuni sita ljósmøðurnar í vakt uttanfyri føðideildina og eru bara boðsendar, tá ið kvinnur skulu eiga. Og tað halda vit ikki er at fáa fulla nyttur burturúr starvsfólkunum.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at umleggingarnar koma at føra við sær, at ljósmøðurnar, sum eru á vakt, taka lut í arbeiðnum á føðideildini alla tíðina.
? Hetta hevur eisini tann fyrimun við sær, at ljósmøðurnar, sum møta barnakonunum heilt frá byrjan av viðgongutíðini, eisini fáa fylgt teimum betri yvir eitt longri tíðarskeið.
Hann sigur, at hetta fer at geva barnakonunum eina betri tænasta.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at ljósmøðurnar eru førar fyri at átaka sær arbeiði á føðideildini, sum sjúkrarøktarfrøðingar nú røkja.
? Men tað serliga við føðideildini á Landssjúkrahúsinum er, at har eru eisini ov tíðliga fødd børn, sjúk børn og barnakonur, sum eru sjúkrar, innløgd.
? Tí er ætlanin at vit framyvir bæði skulu vera bæði ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar og
framyvir verður tað so, at tað verða umleið helvt um helvt jarðamøður og sjúkrarøktarfrøðingar í vakt á føðideildini.

Leggja deildir saman
Poul Geert Hansen sigur, á psykiatriska deplinum er tað at fara undir fyrireikingarnar sum eru stungnar út í kortið í sambandi við álitið um heildarpsykiatri. Í tí sambandi er ætlanin at fáa teir sjúklingar, sum búgva fast á psykiatrisku deildunum, í egnan bústað at búgva uttanfyri sjúkrahúsið, soleiðis sum talan hevur verið um. Sum fyrireiking til hetta er ætlanin at savna allar fastbúgvandi sjúklingar á nøkrum fáum deildum.
Harafturat er lagt upp til at summar deildir skulu hava felags náttarvaktir og at tvær deildir við fastbúgvandi, skulu skipast sum ein deild.
? Tilsamans fer hetta eisini at føra við sær, at talið á starvsfólkum fer at lækka.
Men, hvussu nógv starvsfólkatalið fer at lækka, kann hann onki siga um enn.

Skilagóðar broytingar
Poul Geert Hansen dylir ikki fyri, at fíggjarlig trongstøða er ein orsøk til hesar umleggingarnar.
Men hann leggur eisini dent á, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki góðviljað hevði sett tær í verk, um talan var um eina lækking í tænastustøðinum.
Hetta er eitt lið í at menna tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum og í hesum førum er menningin, at ljósmøðurnar fáa betri umstøður at fylgja við barnakonunum og á psykiatriska deplinum er menningin tann, at vit fyrireika okkum til at fáa sjúklingar, sum búgva fast á sjúkrahúsinum, út í egnan bústað, soleiðis sum økisterapiin og heildarpsykiatriin leggja upp til.
Samstundis er ætlanin at styrkja psykiatrisku rehabiliteringina, har ætlanin er at samskipa ergoterapi, fysioterapi og tað ambulantu psykiatrisku viðgerðina.
Poul Geert Hansen sigur politiska kravið til Landssjúkrahúsið, er, at 3,5 milliónir skulu sparast í ár.
Men tað er ikki sagt, at alt skal sparast í lønum og tí er eisini ætlanin at seta aðrar umleggingar í verk.
? Eitt nú hevur køkurin á Landssjúkrahúsinum fingið sær ein høvuðsveitara og tað hevur gjørt, at vit hava fingið rættiliga stóran avsláttur.