Fáa bæði sild og makrel

Finnur Fríði hevur verið inni og landað, og Jupiter og Tróndur í Gøtu eru á veg inn Finnur Fríði var í Florø í Noregi í gjár og landaði umleið 395 tons av makreli. Teir fingu 7,70 norskar krónur fyri kilo.

Tróndur í Gøtu hevur roynt eftir sild í norskum sjógvi. Teir royndu við nót og fingu 470 tons. Teir skulu landa í Væra nærhendis Bodø og verða væntandi inni í morgun.

Jupiter hevur eisini roynt eftir sild í norskum sjógvi, og teir eru á veg til Skagen at landa umleið 1.100 tons. Øll sildin fer ætlandi til matna.

Jupiter verður væntandi í Skagen mikumorgunin, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.