Alt fellir helst upp á pláss í dag.
Tað sigur Sjúrður Skaale, eftir at hann og Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins í gjár fóru til Danmarkar, har teir millum annað skuldu á fund við Helle Thorning-Schmidt, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum og Carsten Hansen, sum er formaður í tingbólkinum.
Sjúrður Skaale sigur, at teir høvdu fleiri væleydnaðar fundir í gjár, og at hann væntar, at alt fellir upp á pláss í dag.
Alt bendir á, at Javnaðarflokkurin verður sjálvstøðugur flokkur á fólkatingi men at vit verða í tøttum samstarvi við bæði danska Javnaðarflokkin og norðuratlantisku umboðini, sigur Sjúrður Skaale.
Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale hava í gjár tingast við Carsten Hansen, sum er formaður í tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum á fólkatingi og við Helle Thorning-Schmidt. Teir hava eisini tosað við norðuratlantisku umboðini. Tey hava tosað um politikk og organisering, og teir báðir lata sera væl at tinginunum, sum altso halda fram í dag, og tí vænta vit, at meira verður at frætta seinni.










