fótbóltsprát
Eftir landsdystin mikukvøldið fingu vit eitt stutt prát við ein av mongu fronsku blaðmonnunum. Hetta var Gilbert Brisbois, sum starvast hjá væl lýdda L?equipe, og hann duldi ikki fyri, at teir ikki ætlaðu sær at vera serliga blíðir við sínar menn í bløðunum, sum skuldu á gøtuna hósmorgunin.
- Vit fara nokk at vera harðir við leikararnar. Vit eru ikki nøgdir við avrikið, tí tá ein stór fótboltstjóð vitjar lond sum Føroyar ella Cypros ella líknandi, so vilja fólk hava, at tú skalt vinna trygt. Í so máta hevur liðið alt at tapa í einum slíkum dysti.
- Men eg má rósa tykkara leikarum. Sjálvur helt eg, tá vit skora til 1-0, at tykkara menn sóu troyttir út, og at dysturin nú fór at gerast lættari. Men tað gjørdist hann ikki. Ongantíð!
Roknar tú við, at fronsku leikararnir eisini hildu tað sama, tá teir skoraðu fyrsta málið.
- Nei, tað haldi ikki. Teir vita, at tú altíð mást hava eini tvey mál, fyri at hava luft. Men vøllurin var kanska ikki tann besti, men har høvdu tit kanska størsta vansan, so eg veit ikki, um tað hevði hjálpt okkum nakað, hugleiddi fraklendingurin.
Trupult ættarliðsskifti
Og so legði gilbert afturat, at kanska størsti trupulleikin hjá verandi franska liðnum er glæsiliga fortíðin.
- Størsti trupulleikin hjá okkum er helst, at vit í nøkur ár hava havt eitt fantastiska gott lið. Av tí liðnum eru nógvir givnir, og nú skal liðið byggjast upp. Men samstundis haldi eg, at útskiftingin hevur verið ov stór. Tekur tú til dømis verjuna, so hava vit tríggjar leikarar, sum bert høvdu leikt tveir dystir undan hesum. Har haldi eg, at venjarin heldur burdi tikið onkrar inn, sum høvdu eitt sindur fleiri royndir, soleiðis at hesir betri kundu stuðlað teimum heilt ungu.
- So eg rokni við, at Frakland fær trupulleikar framyvir. Tá hevur havt eitt so ótrúligt ættarlið av stórum fótbóltsleikarunum, sum vit hava havt, so er tað trupult hjá teimum næstu at lyfta arvin. Men hinvegin, so vann gylta liðið hjá okkum bara 1-0 á Andorra við brotssparki í evstu løtu beint undan EM-kappingini í 2000. So tað kann eisini vera, at hesir dystirnir ikki eru so týdningarmiklir hjá stóru londunum. Tað eru stigini, sum telja, men tað kann so ikki krógva, at tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman hjá franska venjaranum, staðfesti Gilbert Brisbois at enda.










