Fáa atgongd til gomul skjøl

Týski løgmálaráðharrin, Brigitte Zypries, boðaði í gjár frá, at innan seks mánaðir fær almenningurin atgongd til skjøl, ið snúgva seg um lagnuna hjá umleið 17 milliónum jødum og øðr­um undir seinna heims­bardaga.
Skjølini, sum eru millum 30 og 50 milliónir í tali, hava ligið í einari goymslu í býnum Bad Arolsen. Fleiri lond, teirra millum USA, hava leingi kravt at fáa at­gongd til skjølini, men ikki fyrr enn nú hava týskir myndugleikar valt at slaka. Sambært Brigitte Zypries hava Frakland og Póland virkað sum semingslond í stríðnum um skjølini.
Í fyrsta umfari eru tað tó bara søgufrøðingar og av­varðandi hjá fólki, sum vóru í týskum týningar- ella arbeiðslegum, sum sleppa at hyggja í skjølini. Hóast skjølini hava verið loynilig, hava týsku myndugleikarnir loyvt altjóða Reyða Krossi at hyggja í tey, tá fe­lags­skapurin hevur sóknast eft­ir upplýsingum um fólk, sum vóru í teimum nazist­isku týningar- ella arbeiðs­legunum.