Nakað av kunning hevur verið um hetta málið, men nú verður av álvara farið undir at greiða fólki frá, hvat avtalan og samstarvið innibera í framtíðini. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennum fundum fyri borgarunum í báðum kommununum.
Fyrsti fundurin verður hóskvøldið í Losjuni í Gøtu og seinni fundurin týskvøldið í komandi viku í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Uppskotið til sáttmála um kommunusamanlegging liggur á heimasíðunum hjá báðum kommununum, men verður eisini borið í hvørt hús í báðum kommunum.