Fáa alsamt meiri plast til endurnýtslu

Í fjør fekk IRF heili 72 tons av einnýtisfløskum til endurnýtslu

 

Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin, IRF fekk væl meiri av plasti til endurnýtslu í fjør, enn hann fekk í 2015.

 

Í einum tíðindaskrivi í dag sigur felagsskapurin, at í roynd og veru fingu tey 20 prosent meiri plast til endurnýtslu í fjør enn í 2015.

 

Í fjør endurnýtti IRF 533 tons av plasti, men arbeitt verður støðugt við tiltøkum við tí endamálið at enn meiri plast verður endurnýtt. 

 

Av plastinum, sum kom til endurnýtslu í fjør, vóru 264 tons av bleytum plasti, tvs klárt og reint pakkiplast, fóðurposar frá alivinnuni og annað, 119 tons vóru trol og net, 78 tons vóru aliringar og rør og so fekk IRF eisini 72 tons av einnýtisfløskum til endurnýtslu.

 

IRS sigur, at tøknin at endurnýta pakkiplast frá húsarhaldum, eitt nú plast, sum matvørur eru pakkaðar inn í, er enn ikki so framkomin, at tað loysir seg at sigla plastið úr Føroyum til endurnýtslu uttanlands. Sum nú er, er tað umhvørvisvinarligari at brenna tað her í Føroyum, har roykurin verður væl reinsaður, sigur IRF.

 

Í vár fekk IRF eisini viðurkenning frá endurnýtslufyritøkuni, Plastix, fyri at endurnýta trol og gørn.