Nú er aftur klárt at fara undir kolagrevstur í Hvalba.
Hetta eru uttan iva kærkomin tíðindi fyri mong, tí eftirspurningurin eftir koli er stórur og nú er eitt heilt ár síðani, at ein kolamoli seinast varð høgdur í Hvalba.
Og nú teir aftur fara at høgga kol, verður tað í eini nýggjari minu undir Prestfjalli.
Tað hevur gingið illaª at gera inntakið til nýggju minuna, tí tað hevur rapað í aftur so hvørt. Men eftir at teir hava fingið portalar úr stáli, at seta í inntakið og sum røkka 15 metrar inn í minuna, hevur borið betri til.
Poul Laust Christiansen, stóri í Roynds Kolasølu sigur, at væntandi verður tað longu seinast í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku, at teir leggja til brots í nýggju minuni við hakkara og skovl at høgga kol.
Hann sigur, at hendan minan er løgd har hon liggur, eftir at teir hava skotið seismikk í fjallinum fyri at vita, hvar tann besta kolalindin er.
Og fyribils royndirnar vísa eisini, at í nýggju minuni er nógv meiri kol enn í gomlu minuni. Í gomlu minguni var tað mesta, teir høgdu, grót og eyrur, tí kolalindin var bara einar 20 sentimetrar til tjúgdar, ella minni enn tað. Lindin í nýggju minuni er kanska ein metur og harafturat er hon nógv reinari.
- Tí verður talan um eina heilt munandi effektivari drift í nýggju minuni.
Nú ein dagin høgdu teir seks sekkir í eini roynd og teir siga, at talan er um gott og reint kol. Ein partur av tí var nýrakol, sum hevur nógv hægri brennivirðið enn vanligt kol.
300 sekkir bíða
Tað er rættiliga stórur eftirspurningur eftir koli úr Hvalba.
Og Poul Laust Christiansen, stjóri í Roynds Kolasølu, væntar, at eftirspurningurin fer at hækka so hvørt sum oljuprísurin hækkar.
Hann sigur, at bíðilistin eftir at fáa kol úr Hvalba er langur og dag og dagliga verður ringt úr øllum landinum eftir koli.
Men mett verður, at eftirspurningurin er væl størri, tí tað eru eyðvitað nógv, sum ikki ómaka sær at biðja um kol, tí tey vita, at onki er at fáa.
Tilsamans hava teir bíleggingar upp á 300 sekkir, sum teir vóna at fáa avgreiddar, sum skjótast.
Enn eru tað nøkur hús í landinum, sum bara hava kol at líta og tey fara at fáa kol fyrst og so koma hini aftan á.
Lokka ferðafólk til kolaminurnar
Kolaminurnar í Hvalba hava í nógv ár verið væl umtókt ferðamál.
Í kolaminuni hava ferðafólk fingið høvið at sæð, hvussu kol varð høgt fyrr í tíðini, tí amboðini, kolamenninir brúka nú á døgum eru tey somu, sum teir altíð hava brúkt.
Og nú tey eru farin undir eina nýggja minu, er ætlanin er at gera kolavinnuna en meiri ferðafólkavinarliga.
Eitt nú er ætlanin at fáa streym og elektriskt ljós í minuna.
Men tað, teir eru mest spent upp á, er, at ætlanin er at grava minuna tvørtur ígjøgnum fjallið og útaftur mitt í berginum vestanfyri, tað er í Skorðunum, teir kalla.
- Tað verður uttan iva nakað, vit kunnu brúka í ferðavinnuhøpi, sigur Poul Laust Christiansen.
Akkurát, hvussu tey skulu skipa hetta ferðamálið, hava tey ikki gjørt sær greitt.
Men fáa tey eitt hol mitt í berginum, ivast tey ikki í, at okkurt skilagott kann spyrjast burtur úr tí í ferðavinnuhøpi, tí útsýnið haðani er so stórfingið sum fáa aðrastaðni í verðini.
Nær, teir hava høgt ígjøgnum, er ilt at siga. Tað veldst um, hvussu miðvíst teir fara eftir tí, ella um teir fara at hugsa mest um kolið og tískil fara at gera tvørtriftir á vegnum.
Men í øllum førum kann væntast, at í besta føri ganga nøkur fá ár nøkur fá ár, áðrenn skotið er ígjøgnum.