Fáa aðra grøna orku enn vatnorku

Stýrið í Sjovar kommunu var ikki í iva í gjárkvøldið, tá støða skuldi takast til, um SEV skuldi fáa loyvi til at taka vatnið úr áunum á Selatrað.

Kommunustýrið mælti einmælt frá.

Fyri tað fyrsta mælti bygginevndin frá, og øll mótmælini taldu eisini við.

Haraftrat tosaði kommunustýrið um málið landspolitiskt.

Málið hjá SEV er at fáa meira grøna orku, men grøn orka er ikki bara vatn.

- Vit vita, at um heilt stutta tíð verður tøknin so frammaliga, at meira orka fer at kunna vinnast úr vindi og alduorku, sigur Artur Johansen, borgarstjóri.

Kommunan fer nú at kunna SEV um, at umsóknin um at taka áirnar er havnað.