Verkfall
Ársins fyrsta verkfall er nú av.
Tað varð greitt í nátt, tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið skrivaði undir eina semju um starvsfólkið á Føroya Tele.
Teir 200 limirnar hjá Starvsmannafelagnum á Føroya Tele hava verið í verkfalli í góðar tvær vikur, men teir hava nú tikið arbeiðið uppaftur.
Samráðingarnar gingu væl, líka til sjálvur lønarspurningurin kom á skránna, tí tá stóð sum í berginum.
Tað vanliga á føroyska arbeiðsmarknaðinum er at gera sáttmálarnir, sum ganga yvir tvey ár. Onkrar einstakar ferðir eru tó eitt árs sáttmálar gjørdir. Einasta roynd at gera langar sáttmálar, vit vita um, var, tá ið handverkarar fyri nøkrum árum síðani gjørdu ein fýra ára sáttmála, men í tí sáttmálanum varð samráðst av nýggjum um lønina mitt í sáttmálaskeiðnum.
Í hesum samráðingunum lá eisini í kortunum at gera ein tvey ára sáttmála, uttan at tað eydnaðist at finna semju. Fyri at fáa glið á, skeyt Starvsmannafelagið upp at gera ein fýra ára sáttmála fyri starvsfólkið á Føroya Tele.
Men tað skuldi kosta eyka at fáa tryggjaðan arbeiðsfrið í so langa tíð og Starvsmannafelagið gjørdi greitt, at tað vildi hava minst 12% í lønarhækking tilsamans hesi fýra árini.
Tað varð knívskorið og verkfallið varð lýst, eftir at Starvsmannafelagið ikki vildi góðtaka eitt semingsuppskot, sum gav teimum eina hækking í lønum og eftirlønum upp á tilsamans 8,3% í einum fýra ára sáttmála.
Men týsmorgunin kallaðu semingsmenninir partarnar saman aftur og tað endaði við eini semju eftir samráðingar í meiri enn hálvtannað samdøgur.
Eftir semjuni verður talan um eitt sáttmála, sum gongur yvir trý ár og 10 mánaðir og hann gevur eina hækking i lønum og eftirlønum upp á tilsamans 9%.
Sáttmálin gongur frá 1. mars í ár til 31. desember i 2009.
Men tað stendur eisini í sáttmálanum, at broytist gongdin í samfelagnum, skal tað bera til at samráðast um lønina av nýggjum um tvey ár.
Johan Páll Joensen, formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum tekur ikki samdur við Gunnleivi Dalsgarð, tá ið hann sigur, at arbeiðsgevararnir hava hugsað meiri um at leggja støðið fyri einar komandi samráðingar.
-Tað er klárt, at táið samráðast, noyðast vit at hugsa vit um ymisk viðurskifti, tí vit hava ábyrgd fyri nógvum ymsum sáttmálum. Og eitt, sum vit hugsa um, er, at hesin sáttmálin skuldi ikki vera hægri enn tað støðið, sum er lagt, sigur hann.
Kortini heldur hann ikki, at hetta kann leggja støðið fyri komandi samráðingum, tí tá byrjar eitt nytt samráðingarumfar og tá verður byrjað av nýggjum, sigur Johan Páll Joensen.