Nú er vón fyri framman hjá teimum fátækastu kommununum í Føroyum.
Tí nú hevur landsstýrið tikið stig til at loysa trupulleikan við kommunuskuldini.
Ætlanin er at sanera tær mest skuldarbundnu kommunurnar við pengum úr Kommunala Veðhaldsgrunninum.
Og landsstýrið heldur, at landskassin eigur at hjálpa til við saneringini, so at tær ringast staddu kommunurnar fáa fíggjarligt fótafesti aftur.
Fríggjadagin legði landsstýrið uppskot fyri tingið um at fáa loyvi til at hjálpa teimum mest skuldarbundu kommununum við 25 milliónum.
Landstýrið heldur, at skal ein kommuna kunna klára sínar uppgávur og skyldur, eigur hon ikki at skylda meiri enn tríggjar álíkningar við einum kommunuskatti upp á 23%.
? Fyri at røkka hesum setningi, er tað neyðugt at strika 65 milliónir av skuldini hjá fimm kommunum.
Talan er um Vágs, Tvøroyrar, Sands, Skopunar og Oyndafjarðar kommunu.
?Men harafturat eru nakrar kommunur, sum hava eina skuld sum er beint undir tríggjar álíkningar, men sum hava ov dýr lán.
Landsstýrið heldur, at tað er eisini neyðugt at taka tær við í eini loysn.
Ein fortreyt fyri teirri fimm ára avtaluni, sum er gjørd um kommunuskuldina er, at tað skulu vera 100 milliónir í kommunala veðhaldsgrunninum inntil avtalan fer úr gildi 1.12. í 2000.
Fyri at kunna sanera kommunuskuldina 65 milliónir úr veðhaldsgrunninum, er tað sostatt neyðugt at betala 25 milliónir í hann.
Og tað er henda upphædd, sum landsstýrið nú hevur biðið løgtingið um at játta.
Peningurin, sum grunnurin hevur lagt út fyri ymsar kommunur, verður strikaður, tá ið avtalan gongur út síðst í 2000.
Landsstýrið sigur, at tað er ætlanin at fáa greiði á í góðari tíð, hvørja framtíð, kommunali veðhaldsgrunnurin skal hava eftir 1.12. 2000, og tað fer at standa til hvørja einstaka kommunu, um hon vil vera við í eini felags fígging, ella ikki.
? Tær kommunur, sum ikki vilja vera við í eini felags fígging, fáa útgoldið helvtina av tí niðurskrivaða partinum, sum tær eiga, og helvtina 1. 12. í 2005.
Útgjaldið skal brúkast til at betala lán omanfyri eina álíkning við.
Tær kommunur, sum vilja hava eina felags lániavtalu eftir 1.12. 2000, koma at hava veðhaldsgrunninum í ryggininum fyri at fáa lægri rentu enn annars.
Landsstýrið er eisini sinnað at hjálpa teimum kommununum, sum vilja hava eina felags lániavtalu.










