Fáa 22 milliónir inn í skatti komandi ár

Vágs Kommuna roknar við at fáa 22 milliónir inn í skatti komandi ár. Tað er eitt sindur meiri enn í ár

Eins og onnur bý- og bygdaráð, er eisini Vágs Býráð so smátt farið at hugsa um fíggjaætlanina fyri næsta ár.

Eitt fyribils uppskot varð lagt fyri býráðið á fundi mikukvøldið.

Eftir tí uppskotinum, sum býráðið samtykti, verður barnafrádrátturin hækkaður 500 krónur komandi ár úr 2.500 krónum, upp í 3.000 fyri barnið. Kirkjuskatturin verður óbroyttur, 0.25%.

Tað einasta, sum liggur fast, er, at skattaprosentið verður tað sama komandi ár, sum í ár, nevniliga 23%.

Kommunan kann ikki røra skattaprosentið, fyrrenn komnuavtalan gongur úr.

Tilsamans roknar býráðið við, at kommunan fer at fáa 22 milliónir inn í kommunuskatti komandi ár.

Tað eru 700.000 krónur fleiri enn í ár.

Annars verður roknað við, at Vágs Kommuna verður 1,7 milliónir dýrari at reka komandi ár, enn hon verður í ár. Komandi ár er kommunuraksturin settur til 17,5 milliónir, afturímóti 15,8 milliónum í ár.

Høvuðsorsøkin til hækkingina er, at kommunan ætlar at seta eina knappa million av til at asfaltera høvuðsvegin, sum er rættiliga illa farin ígjøgnum Vág.

Einastu nýíløgur, sum eru á skránni eru 100.000, sum kommunan ætlar at seta av til eldrasambýli. Men harafturat eru 500.000 krónur settar av til nýggj reinsiverk til vatnveitingina og til spillivatn. Annars er ætlanin at seta 700.000 krónur fleiri av til almanna og heilsumál komandi ár, enn tað eru í ár. Sostatt ætlast játtanin at verða hækkað upp í 5,5 milliónir

Kommunan ætlar at betala 3,9 milliónir í avdráttum komandi ár. Tað eru 100.000 krónur meiri enn í ár. Hinvegin lækka rentuútreiðslurnar komandi ár. Næsta ár ætlar Vágs Býráð at betala 4 milliónir í rentum og tað eru 522.000 krónur minni enn í ár.

Á fyribils uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, hevur Vágs Býráð roknað við einum avlopi uppá 673.000 krónur.

Á fíggjarlógini í ár verður roknað við einum avlopi uppá 886.000 krónur.

Tilsamans ætlast fíggjarlógin fyri komandi ár at javnviga við 26,7 mió. Í ár javnvigar hon við 25,5 mió.