Samlaða játtanin til upplýsing undan fólkaatkvøðuni 26. mai verður 2 milliónir krónur.
Hetta skjýtur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, upp í lógaruppskoti, sum hann hevur sent til landsstýrisfund og andstøðuflokkunum til ummælis, áðrenn tað seinni í vikuni ella tíðliga í næstu viku verður borið í tingið.
Lógaruppskotið er sostatt enn ikki alment, orsakað av, at tað ikki er liðugt viðgjørt í landsstýrinum.
Tríggjar puljur
Hóast talan er um at játta tvær milliónir at upplýsa fyri undan fólkaatkvøðuni, er ætlanin kortini, at politisku flokkarnir bert skulu fáa eina millión at býta ímillum sín eftir atkvøðutalinum á løgtingsvalinum í 1998.
Hin milliónin skal játtast felagsskapum, fylkingum og einstaklingum, sum hava til endamáls at virka í sambandi við fólkaatkvøðuna, og sum ikki eru at meta sum partur av verandi politisku flokkum á løgtingi.
Hendan milliónin verður býtt í tveir partar, soleiðis at felagsskapir og fylkingar fáa 600 túsund krónur at býta ímillum sín, meðan einstaklingar kunnu fáa burtur av eini pulju, sum er 400 túsund krónur.
Sostatt er játtanin í trimum puljum. Ein millión til flokkarnar á tingi, 600 túsund til felagsskapir og fylkingar og at enda 400 túsund til einstaklingar.
100 limir
Ávísar treytir verða settar, fyri at felagsskapir kunnu fáa burtur av játtanini.
Fyrst og fremst skal felagsskapurin hava viðtøkur við endamálsorðingum, ið beinleiðis viðvíkja fólkaatkvøðuni. Harafturat skal felagsskapurin kunna prógva, at hann í minsta lagi hevur 100 limir. Hetta skal hann gera við at senda inn limalista saman við umsóknini um stuðul. Á limalistanum skulu limirnir greitt vera lýstir við navni, undirskrift, starvi og bústaði. Ert tú ikki á limalistanum, ber kortini til at senda inn váttan um, at tú hevur teknað teg sum lim, við fjarriti, brævi ella faxi, men ikki við telduposti.
Lógaruppskotið hjá Høgna Hoydal heimilar tær ikki at vera limur í fleiri felagsskapum, sum virka í sambandi við fólkaatkvøðuna og fáa játtan. Í uppskotinum er greitt tilskilað, at limur í fleiri feløgum, sum søkja stuðul, telur í lógarinnar høpi einans við sum limur í tí felag, sum fyrst letur inn limalista, har hann er nevndur. Koma fleiri limalistar við sama persóni inn samstundis, telur hesin ikki við sum limur í nøkrum av felagsskapunum.
Tær 400 túsund krónurnar, sum verða latnar einstaklingum, eru ætlaðar til teirra, sum ætla sær at skipa fyri serligum upplýsandi tiltøkum í sambandi við fólkaatkvøðuna. Til dømis fólkum, ið ætla at skipa fyri kjakkvøldum, fyrilestrum ella líknandi.
Óheft nevnd
Fyri at fáa játtanarmyndugleikan so langt burtur frá politiska myndugleikanum sum gjørligt, skjýtur Høgni Hoydal upp, at ein óheft nevnd mannað av løgfrøðingum, skal gera av, hvør kann fáa pening.
Høgni Hoydal skjýtur upp, at løgmaður velur eina nevnd við trimum fólkum við løgfrøðisligum embætisprógvum, og sum ikki starvast hjá løgtinginum, dómsvaldinum ella í fyrisiting landsstýrissins at vera játtanarmyndugleiki.
Nevndin skal taka avgerðir sambært vanligum meiriluta, og eru avgerðirnar endaligar.