Fáa 1,2 millard í halli í ár

Handilsjavnahallið í ár verður 1,2 milliard og Magni Laksáfoss metir, at tað verður líka stórt næsta ár. Her er onki verðsins skil í staðfestir formaðurin í Tjóðveldinum

Tað var Karsten Hansen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum spurdi hann um førda búskaparpolitikkin hjá samgonguni og um, hvussu stórt handilsjavnahallið hevur verið seinastu árini.

Magni Laksáfoss vísti á, at í 2004 var hallið á handilsjavnanum 70 milliónir, men síðani er tað vaksið við risafetum: Í 2005 var hallið 900 milliónir og í 2006 var hallið 800 milliónir.

Annars vísa metingarnar, at í ár verður hallið í handilsjavnanum 1,2 milliard og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metir, at næsta ár verður hallið áleið tað sama, sum í ár við teirri gongd, sum nú er í samfelagnum.Høgni Hoydal, formaðurin í Tjóðveldinum staðfesti, at hetta mátti siga teimum mest tornæmu, at tað er onki fantilsi á fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni.

Hann vísti á, at samgongan hevur uppskot í løgtinginum, sum kosta landskassanum tvær milliardir afturat, hóast vit longu nú brúka 10% meiri um árið enn vit tjena.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er á fíggjarlógini, at vit skulu síggja, hvussu landskassin ávirkar búskaparligu gongdina og hann fegnaðist um, at tað hevði eydnast at leggja eina tálmandi fíggjarlóg fyri 2008, hóast val er í hondum.

Aðrir politikara vístu á, at størsta avbjóðingin hjá næstu samgonguni er at tryggja føroyska samfelagnum hægri inntøkur og í hesum sambandi vísti Karsten Hansen í Miðflokkinum á vanlukkuligu avleiðingarnar av trotinum á arbeiðsmegi, sum førir við sær, at virki fáa ikki nóg mikið av arbeiðsfólki.