Eitt F-16 stríðsflogfar er dottið niður í ein goymslubygning í syðra Kalifornia. Tað hendi, eftir at flogskiparin skeyt seg úr flogfarinum.
Ólukkan hendi uttan fyri Marc Air Service Base yestan fyri Los Angeles í gjár. 12 fólk fingu lættari skaða, teirra millum flogskiparin.
– Eg hoyrdi eina spreinging og vendi mær við aftan fyri bygningin. Her sá eg stórar logar og lofti, sum datt niður alla staðni í bygninginum, sigur Daniel Gallegos, sum arbeiðir á goymsluni, við eina sjónvarpsstøð á staðnum.
##med2##
Sjónvarpsmyndir av goymslubygninginum vístu eitt stórt hol á takinum, har flogfarið rakti. Eldur kom í, men hann varð skjótt sløktur av sprinklaraskipanini inni í bygninginum.
Ólukkan hendi undir venjingarflúgving, sigur sløkkiliðsstjórin á flogstøðini, Timothy Hollidagy.
– Flogskiparin fekk trupulleikar við hydraulikkinum. Hon misti tamarhaldið á flogfarinum, sigur hann.
##med3##
Sambært Holliday er tað eitt undur, at F-16 flogfarið ikki sprongdist, tá tað rakti goymslubygningin.
F-16 eru somu stríðsflogfør, sum danska flogvápnið hevur.Tey skulu næsta ár skiftast út við tey betri útgjørdu F-35.
/ritzau/AP