F-16 dottin í Norðsjógvin

Eitt danskt F16 flogfar datt í havið seinnapartin. Flogskiparin skeyt seg út við katapultsetrinum.

Klokkan 14.30 datt eitt Fighter Wing F-16 stríðsflogfar niður í Norðsjónum. Flogskiparin mátti skjóta seg út við katapultsetrinum, og varð síðani heintaður av eini tyrlu hjá donsku luftverjuni. Hann hevur tað gott, boðar danska verjan frá.

Í løtuni verður kannað, hví flogfarið datt niður.

- Tað týdningarmesta fyri meg er, at flogskiparin hevur tað gott. Okkara flogskiparar hava fingið venjing í slíkum støðum, men hetta er sjálvandi ein skelkandi uppliving og hann fær allan tann stuðul, honum tørvar, sigur Anders Rex, sum er leiðari av Fighter Wing Skrydstrup-deildini.


Danska verjan upplýsir, at flogskiparin fór úr flogfarinum undir skipaðum umstøðum við at skjóta seg úr katapultsetrinum, og hann hevur tað gott. Bjargingartyrlan hevur flogið hann til flogstøðina í Skrydstrup.