Liðið hjá Halli og Sveini er fremst í Íslandi

Afturelding vann greiðan sigur á útivølli

Hóskvøldið spældi liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding dyst á útivølli móti HK í Kópavogi.

 

Frammanfyri 500 áskoðarum eydnaðist tað Afturelding at vinna ein greiðan 32-24 sigur á HK. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið betri við í dystinum, og í steðginum var Afturelding á odda 14-12.

 

Hallur skoraði trý mál fyri Afturelding. Hallur hevur í seks dystum skotið 21 mál fyri Afturelding.

 

Afturelding er fremst í deildini við níggju stigum fyri seks dystir.

 

Í kvøld klokkan 20.30 taka Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali móti ÍR á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Afturelding6411190:164269
2Grótta6402185:17878
3FH6402171:17018
4ÍBV6312186:17887
5Haukar7313219:21097
6Fram5302167:154136
7Stjarnan6303168:169-16
8Valur5212155:143125
9Fjölnir5203133:164-314
10ÍR5113150:155-53
11HK6114172:181-93
12KA5104128:158-302