Tað var 8. a í Eysturskúlanum, sum heiðurin at vera Ársins roykfríi skúli 2013. Afturfyri vunnu tey eitt leygarkvøld við bæði mati, bowling, tónleiki og vatnbóltum.
Hesum boðaði Fólkaheilsuráðið frá í dag.
Næmingarnir í 8. a vóru ógvuliga væl nøgdir við kvøldið uppi á Hálsi, tað var seinasta leygarkvøld, at tey fingu hesa uppliving.
Á skúlanum kemur at hanga ein heiðurspláta við heitinum: »Ársins roykfríi skúli 2013«, so at hon er sjónlig fyri næmingum, lærarum og vitjandi.
Talið av luttakandi flokkum var tvífalt so stórt sum í fjør, við 55 skúlaflokkum kring alt landið, sum vóru við í kappingini. Flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. oktober. Hetta megnaðu 49 flokkar, og í lutakasti, sum Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum skipaði fyri, gjørdist 8. a úr Eysturskúlanum hepni vinnarin.
– Kappingin um Ársins roykfría skúla 2013 er av, og vit vóna at kunna tørna út aftur við Ársins roykfríi skúla 2014. Vit takka øllum flokkum fyri luttøkuna og ynskja 8. a úr Eysturskúlanum hjartaliga til lukku við vinninginum, skrivar Fólkaheilsuráðið.
Tøl og fakta frá 2013:
Luttakandi børn frá 5. til 9. flokk: 1039
Luttakandi flokkar: 55
Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 49
Vinnandi flokkur: 8. a í Eysturskúlanum.
Eysturskúlin er tískil Ársins Roykfríi Skúli.
Tøl og fakta frá 2012:
32 flokkar luttóku
Vinnari var 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt
Luttakandi børn í 2012: 520