Børnini møttu klokkan 9 á morgni, og so varð ringur sligin í teimum trimum lonunum í Eysturskúlanum. Dansað varð so eftir gongini til øll vórðu savnað í skúlahøllini, og har dansaðu so øll saman. Flóvin Bænadiktson varð kvøðin.
Nógv varð sungið hendan dagin, og í skúlahøllini hevði hvør flokkur yrkt eitt ørindi um skúlan, sum tey sungu fyri hinum. Øll tóku síðani undir í niðurlagnum.
Lærararnir høvdu eisini fyrireikað sítt til hetta høvið, og í skúlahøllini framførdu teir ein sjónleik fyri næmingunum.
Síðani varð farið út um, og á vøllinum, sum er beint við Eysturskúlan, skuldu næmingarnir mynda tjóðfugl okkara, tjaldrið. Næmingarnir hava fingið eina T-shirt í part, so at litirnir skuldu vera teir røttu. Allir næmingarnir stillaðu seg soleiðis, at teir myndaðu eitt stórt tjaldur, sum sæst á myndini. Brandbilurin var á staðnum, og myndin er tikin úr stiganum hjá hjá brandbilinum.
Aftaná fóru næmingar og lærarar omanaftur í skúlan, har borðreitt varð við heimabakaðum kakao og bollum, sum lærararnir høvdu bakað.
Tað eru nú 20 ár síðani, at Eysturskúlin varð vígdur, men longu í 1974 varð fyrsti parturin av skúlanum tikin í nýtslu. Allur skúlin var tó ikki liðugt gjørdur fyrr enn í 1980 og síðani vígdur.
Eysturskúlin er størsti og næmingaríkasti skúlin í Føroyum. Í løtuni hava 570 næmingar sína dagligu gongd á skúlanum, og teir kunnu nú hátíðarhalda 20 ára dagin saman við lærarunum. Næmingarnir fegnast kanska meira um, at teir sleppa undan undirvísing ein dag.