Leygardagin og pálmasunnudag hevur Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli sína 38. framsýning í sambandi við, at kvøldskúlaárið er av
Útboðið av staklærugreinum er í løtuni 127. Hetta kvøldskúlaárið hevur skúlin við túsundtals næmingum næstan 2.400 og sínum 130 lærarum havt innivist á 29 støðum í Tórshavnar Kommunu.
Tað eru fyrst og fremst tær handaligu lærugreinirnar, ið verða umboðaðar á framsýningini í Eysturskúlanum. Tó eru aðrar ikki handaligar lærugreinir við, eitt nú er kórsangur, rútmiskur tónleikur, fimleikur og fyrilestrar á pallinum.
At so nógv fólk ganga í kvøldskúla í Havn er tí, at summi njóta ta góðu sosialu samveru við onnur, summi víðka sín førleika, ið hevur gagnað teimum í teirra gerandisdegi, og onnur, ikki minst fólk úr grannalondum og uttan úr stóru verð vilja læra føroyskt. Og so eru tað tey mongu, ið lata sínar listarligu gávur standa sína roynd. Fyri ikki at siga fólkið, ið vil læra seg at brúka bát, og tey, ið vilja víðka sín kunnleika á ymiskum økjum. Haraftrat nema tey sær teldulæru og alnet fyri eldri og fínari matgerð fyri menn, 10.floks skeið fyri ALS og mangt, mangt annað. Alt, ið fær so mong at fylkjast um kvøldskúlan.
Leygardagin syngur kórið Sólarmagn, Harmonikuliðið spælir, og klokkan 16:35 hevur Arne Thorsteinsson, kvøldskúlalærari, fyrilestur, "Vit eldru og teldan", um at undirvísa eldri at brúka teldu. Klokkan 17 hava børn úr Nólsoy fimleikaframsýning, og 17:20 spæla Petur Háberg og næmingar tónleik.
Pálmasunnudag hevur Albert Isfeld, arkitektur, fyrilestur klokkan 15 við heitinum "Føroyskur arkitekturur, og klokkan 15.45 sýna børn í Nólsoy fimleik. Klokkan 16.30 spæla teir dugnaligu musikklærararnir hjá Kvøldskúlanum í Havn, Hildibjartur, Hans Marius, Ísak, Jósva, Per og Kaj tónleik saman við næmingum. Seinast á skránni, klokkan 17:15, spæla næmingar hjá Leivi Simonsen klaver.
Framsýningin hjá Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, sum er ókeypis, er opin leygardagin og pálmasunnudag frá klokkan 14 til 19 báðar dagarnar.