Eysturskúlin heldur sjálvur fram við Nám-X

Hóast at ætlanin um at allir 10. flokkar í Havn skuldu byrja í Eysturskúlanum er steðgað, vil skúlin ikki svíkja næmingarnar, og heldur tí á fram við Nám-X sum stakur skúli.

Ætlanin hevur verið, at allir 10. floksnæmingar í Tórshavnar kommunu skuldu savnast í Eysturskúlanum eftir summarfrítíðina.

Àhugin fyri "Nám-X", sum 10. flokkur verður kallaður, er stórur, og sambært Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóra í Eysturskúlanum, eru yvir 180 umsøknir komnar inn til skúlan.

Hon heldur ikki, at skúlin kann bakka nú, og tí bjóðar Eysturskúlin nú Nám-X sum stakur skúli og ikki sum nakað samskipað átak í kommununi.

- Vit halda á fram við fyrireikingunum. Møguliga verða nakrar tillagingar gjørdar í samlaða undirvísingartilboðnum, sigur Eyðdis Eidesgaard.


Ikki loyvt

Um kæruna frá Kommunuskúlanum skrivar Andrea Heindriksdóttir, forkvinna í skúlastýrinum fyri Tórshavnar Kommunuskúla soleiðis í einunm skrivið:

"Skúlastýrið í Tórshavnar Kommunuskúla hevur ongantíð viðmælt, at 10.flokkarnir í kommununi skulu savnast í ein depil í Eysturskúlanum, men hevur hinvegin staðiliga víst avvarðandi myndugleikum á skeivleikarnar við hesi mannagongd. Tórshavnar Kommuna hevur uttanum skúlastýrið tikið avgerð um at flyta allar næmingar í 10. flokki til Eysturskúlan, og hetta hevur kommunan ikki einvíst loyvi til sambært galdandi fólkaskúlalóg."

Hon endar skrivið við, at næmingar í 10. flokki eisini komandi skúlaár fara at fáa undirvísing í Tórshavnar Kommunuskúla.


Kommunan ikki samd

Tórshavnar Kommuna er ikki samd við Kommunuskúlanum. Kæran verður viðgjørd í løtuni og, um tað verður eitt samlað 10. flokks tilboð í Eysturskúlanum kann kommunan ikki siga við vissu fyrr enn Fiskimálaráðið hevur sagt sítt um málið.

Orsøkin til, at málið er endað í Fiskimálaráðnum, er at bæði Mentamálaráðið og Innlendismálaráðið eru ógegnig.

Eyðdis Eidesgaard vónar, at ein avgerð fellur skjótt. Men meðan óvissan enn ræður, bjóða bæði Eysturskúlin og Kommunuskúlin undirvísing fyri 10. flokk komandi skúlaár.




Eysturskúlin sigur:

Í skjótt 5 ár hevur verið arbeitt við at savna allar 10. flokkarnar í Tórshavnar Kommunu í Eysturskúlanum. Hetta hava tvey býráð samtykt, játtan er frá Mentamálaráðnum og hevur hetta eisini havt fulla undirtøku í øllum skúlastýrinum í kommununi. Ja, enntá var ígildissetanin útsett eitt ár, frá 2009 til í ár eftir ynski frá Kommunuskúlanum. Sostatt var eingin mótstøða móti ætlanini, fyrr enn hon nú skuldi realiserast.


Kommunuskúlin sigur:

- Mentamálaráðið góðtók ikki umsókn frá Tórshavnar Býráði um at savna allar 10. flokkarnar í Tórshavnar Kommunu í sjálvstøðugan skúla og bygnað, við sjálvstøðugari leiðslu og lærarum, sum burturav arbeiða í 10.flokki. MMR vísti á aðra skipan. Men í staðin fyri at gera skúlastýrunum greitt, at upprunaliga uppskotið ikki bleiv góðkent, valdi Tórshavnar Býráð at arbeiða víðari við eini ætlan, sum býráðið ikki hevur heimild til at seta í verk.