Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, hevur sett Eyðnu Magnussen í starvið sum skúlastjóra í Eysturskúlanum í Havn. Hon tekur við starvinum í morgin, 20. februar.
Eyðna Magnussen er 51 ára gomul og tók læraraprógv í 1992. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir, umframt at hon hevur leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Eysturskúlanum. Og frá 1. januar í ár hevur hon verið virkandi skúlastjóri. Harafturat tekur hon eisini diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya.